Fasdina Policy Papers Sornfelli
Skriva út
Lagt út: 17.09.2024

Luftgranskingarstøð á Sornfelli kann geva virðismikla vitan

Sornfelli hevur alt, sum tørvur er á, til at seta upp eina fyrsta floks luftgranskingarstøð, sum kann fáa alstóran týdning fyri at verja okkum móti luftdálking og avleiðingum av veðurlagsbroytingum. Tað heldur Sigurd Christiansen, granskari á Fróðskaparsetrinum, sum hevur tikið stig til eina føroyska luftgranskingarstøð saman við fremstu serfrøðingum á økinum í norðurlondum.  

Føroyar liggja mitt í Norðuratlantshavi og eru kanska best egnaða staðið yvirhøvur at gera mátingar, ið hava virði fyri fjarskotin økir, serliga Arktis. 

- Ongastaðni í Evropa hava tey eina støð, sum liggur mitt úti í sjónum, og har næstan ongin dálking er. Tær allarflestu mátistøðirnar hava ongan ella bert ein lítlan vinkul, sum er sjógvur og sjóluft. Allar aðrar síður venda inn móti landi, og tí er luftin ofta dálkað av millum annað ídnaði og bilum. 

- So at siga øll dálking og vakstrarhúsgassir, sum er í luftini í Føroyum, koma aðrastaðni frá, serliga úr USA ella Evropa. Tað rekur framvið hjá okkum og endar síðani í arktiska økinum. Tað kann tí geva virðismikla vitan um dálkingarevnir á Norðpólinum at gera luftmátingar her, sigur Sigurd Christiansen.

Luftmátingar kunnu eisini geva okkum í Føroyum týdningarmikla vitan.

- Tá vit skulu áseta og velja byggitilfar, útgerð og vindmyllur, hevur tað stóran týdning at vita millum annað, hvussu nógv salt er í luftini, sigur hann. 

Les grein í Vísindavøkublaðnum um luftgranskingarstøð á Sornfelli her.

Vísindavøkublaðið 2024 sæst her.