Løgtingið.jpg
Skriva út
Lagt út: 07.06.2019

Lóg um stuðul og ráðgeving til gransking, menning og nýskapan til hoyringar

Mentamálaráðið hevur sent uppskot til Løgtingslóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan til hoyringar. Hoyringsfreistin er 1. juli 2019.  Lógaruppskotið sæst her

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í granskingarmálum, legði lógaruppskotið fyri á landsstýrisfundi 27. mai 2019. Lógaruppskotið endurskoðar lógarverkið um gransking í Føroyum, og leggur grund fyri tættari samstarvi á økinum. Landsstýrið samtykti at senda lógaruppskotið til hoyringar beinanvegin.

Lógaruppskot ávegis í rúma tíð

Á vári 2017 setti Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinna, ein arbeiðsbólk umboðandi stjórnarráð og stovnar, sum varða av arbeiðinum við gransking at endurskoða Lóg um gransking og at arbeiða við uppskoti um loysn fyri tættari samstarvi millum fyrisitingar av stuðulsskipanum á økinum.

Arbeiðsbólkurin skuldi lýsa tørvin á broytingum í lógini um gransking, herundir fyrisiting av stuðli til gransking, menning og nýskapan sum heild í Føroyum, um skilmarking av hugtøkum og um skipanina við Vísindaráðnum.

Álit um endurskoðan av lóg um gransking var tann 21. mars 2018 handað Rigmor Dam, táverandi landsstýriskvinnu. Lógaruppskot um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan er síðani gjørt við grundarlagi í hesum áliti.

Tørvur á broytingum

Gransking, menning og nýskapan vóru til fyri nøkrum árum síðan trý ymisk økir, sum vóru viðgjørd í ymiskum skipanum. Í dag eru hesi øki tvørgangandi og nógv tættari knýtt, og tí hava stuðulsskipanir í Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki. Í nationalum og altjóða stuðulsskipanum er tí í alt størri mun samband og samstarv millum gransking, menning og nýskapan.

Virkisøkið hjá Granskingarráðnum, sum er skrivstova hjá Granskingargrunninum, varð ásett í lógini um gransking frá 2001, broytt í 2006. Eins og í okkara grannalondum er virkisøkið hjá Granskingarráðnum víðkað munandi síðani, og virksemið fevnir í dag nógv víðari enn tað, sum er ásett í lógini.

Nógv gransking fer fram í Føroyum, sum ikki er við í lógini um gransking. Hetta er serliga granskingin, sum fer fram á Fróðskaparsetrinum og ymsu granskingarstovnunum, men eisini í vinnuni.

Ábyrgdin av ES-rammuskránni, sum fevnir um økini gransking, menning og nýskapan, og sum ES og Føroyar hava samstarvssáttmála um, er løgd til Granskingarráðið at umsita, uttan tó at galdandi lóg hevur verið dagførd.

Granskingarráðið hevur virknan lut í norðurlendskum og altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan vegna Føroyar. Umboð fyri onnur stjórnarráð eru eisini virkin vegna Føroyar í norðurlendskum og altjóða samstarvi á teirra virkisøkjum. Einki av hesum altjóða samstarvi sæst í verandi lóg um gransking ella í aðrari føroyskari lóggávu. Rákið gongur í løtuni móti fleiri samfíggjaðum verkætlanum, men heimild til at vera partur av slíkum samfíggjaðum verkætlanum finst ikki í verandi lóggávu.

Skipanin við Vísindaráði hevur ikki virkað eftir ætlan, tí er tann skipanin eisini eftirhugd, og nýtt Ráð fyri gransking, menning og nýskapan verður sett í staðin. Ráðið skal við hjálp frá fyrisitingini gera árligar frágreiðingar um gongdina á økinum og við aktuellum evnum. Skipast skal fyri regluligum kjaki millum ráðið, politisku skipanina, aðalráðini og onnur.