Lønarmunur millum kynini kannast
Granskingarráðið hevur játtað 291.454 kr. í stuðli til eina verkætlan hjá Heilsuhjálparafelag Føroya um lønarmun millum kynini – um gongdina og orsakir til gongdina innan heilsu- og umsorganarøkið.
Hetta er onnur játtanin frá nýggju stuðulsskipanini til arbeiðsmarknaðarátøk.
Heilsuhjálparafelagið stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Tað er Regin Berg, sum er verkætlanarleiðari og sum skal gera kanningina.
Í Heilsuhjálparafelagnum siga tey soleiðis um verkætlanina:
“Hendan verkætlanin fer at lýsa lønarmunin millum “kvinnu” og “mannfólka” fak í Føroyum. Verkætlanin fer at hava fokus á almenna arbeiðsmarknaðin.
Øðrumegin er ætlanin at síggja søguligu gongdina í lønarlagnum, og hinumegin er ætlanin at finna frágreiðingar um, hví lønarlagið innan flestu fakøki, har kvinnur í stóran mun starvast, er lægri enn innan onnur starvsøki. Við kanningini kann ein tískil í størri mun fáa eitt yvirlit yvir, hví ein sær ein skipanarligan mismun millum lønarlagið hjá kynunum, sammeta gongdina í Føroyum við gongdina uttanlands, og, á einum meira upplýstum grundarlagi, arbeiða víðari við, hvørt ein skal gera meira fyri at rætta tann mismunin, sum er.
Kanningin er ein fortreyt fyri, at ein kann granska fleiri javnstøðutengdar spurningar nærri. Í og við at ein fær samansetingina av, hvør lønargongdin hevur verið, samanborið við gongdina innan onnur øki, og hvørjir faktorar hava ført til lønarmunin, ber eftirfylgjandi til at seta inn og kanna nærri, júst hví teir faktorarnir gera seg galdandi, og hvørt ein kann gera nakað við tað.
Kanningin kann eisini seta spurnartekin við, hvørt lógararbeiðið hevur verið nóg gott, tá um ræður starvsøki, har flestu starvsfólkini eru kvinnur, ella tað kanska kann hava verið við til at skumpa undir skeivleikarnar. Um tað t.d. kann vera so, at ein hevur lóggivið hægri krøv inn innan hesi øki, og tað hevur givið hægri arbeiðsbyrðu, uttan at lønin hækkar.
Samanumtikið hevur kanningin tí bæði virði í sjálvari sær, men hon hevur eisini eitt virði í, at hon seinni kann vera grundarlag undir øðrum og størri verkætlanum.”
Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur játtað stuðul til hesa kanningina.
Faknevndin viðgjørdi eisini tvær umsóknir um stuðul til granskingverkætlanir á arbeiðsmarknaðarøkinum. Nevndin gjørdi av ikki at stuðla hesum umsóknum.
Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk
Granskingarráðið fekk í 2022 slakar 10 mió. kr. til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.
Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.
Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.
Talan er um tvær skipanir við ymiskum umsóknarfreistum:
Stuðul til gransking – freist 15. februar.
Stuðul til kanningar – freistir 1. mai og 1. november.
Les meira her