0d81d46b67a1e988968758ec9d7eea59.JPG
Skriva út
Lagt út: 04.03.2010

Løgtingið skal taka støðu til ES-granskingarsamstarv


Uttanríkisráðið hevur lagt málið um føroyska luttøku í ES-granskingarsamstarvinum fyri Løgtingið til støðutakan.

Á løgtingsfundi 3. mars 2010 varð framløga av máli nr. 111/2009 - Uppskot til samtyktar um at seta í gildi sáttmála um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Evropasamveldið og Føroya Landsstýri. Málið kemur til 1. viðgerðar í næstum.

Verður uppskotið samtykt, fara føroyskir granskarar at kunna luttaka á jøvnum føti við restina av Evropa í 7. rammuskránni hjá ES. 7. rammuskráin, kallað FP7,  fevnir um ein ørgrynnu av granskingarskráum og hevur eina samlaða fíggjarætlan frá 2007-2013 uppá 50,5 milliardir evrur (380 milliardir krónur). Les meira um FP7 her

Myndin omanfyri er frá fundi í desember 2007, har Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, hitti Janez Potocnik, ES kommiser í granskingarmálum um møguliga føroyska luttøku í FP7.