Løgtingið játtaði 6,5 mió. kr til granskingargrunnin í 2015
Tá fíggjarløgtingslógin fyri 2015 varð samtykt í Løgtinginum seinnapartin, varr greitt, at tað verða umleið 6,5 mió kr tøkar í Granskingargrunninum í 2015 at stuðla nýggjum granskingarverkætlanum.
Hetta er ein hálv millión minni enn í 2014, tá játtanin til Granskingargrunin var 7 mió kr.
Umsóknarfreistin til stuðul til gransking í 2015 er 16. februar kl. 12 føroyska tíð. Les meira um treytir o.a. her
Til ber at venda sær til skrivstovuna hjá Granskingarráðnum við spurningum ella fyri at fáa vegleiðing í sambandi við stuðulsumsóknir. Tel. 567800 og teldupostur gransking@gransking.fo