0ff0f492c665947c462f79b3687ac754.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.04.2015

Løgtingið góðkent Horizon 2020 sáttmálan

Løgtingið hevur í dag samtykt at taka undir við Løgtingsmáli nr. 87/2014: Uppskot til samtyktar um at góðkenna Horizon 2020 -sáttmálan um vísindaligt og tøkniligt samstarv millum Føroyar og Evropeiska Samveldið

Hetta er ein formlig staðfesting av samstarvssáttmálanum, sum varð undirskrivaður í Brussel í desember 2014, og sum ásetir at Føroyar hava atlimaskap til granskingarsamstarvið Horizon 2020 frá 1. januar 2014 til 31.12.2020.

Løgmaður legði málið fram tann 6. mars 2015, og eftir 1. viðgerð tann 24. mars 2015 var tað beint Uttanlandsnevndini. Nevndin viðgjørdi málið á fleiri fundum og hevði undir viðgerðini fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, saman við Granskingarráðnum.

Ein samd nevnd tók undir við málinum og mælti Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Hetta var gjørt við 2. og endaligu viðgerðina í dag við 27 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari.

Málið og sáttmálin við fylgiskjølum sæst her