Livikor hjá fyritíðarpensjónistum skulu kannast
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina verkætlan hjá MEGD um at kanna livikorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum. Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, er verkætlanarleiðari.
Nevndin hevur játtað 138.188 kr. til verkætlanina frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum.
Nevndin metir, at talan er um eina viðkomandi kanning, sum kann geva góða vitan og menna heilsuøkið.
Endamálið við verkætlanini er at fáa til vega dagførda vitan um livikorini hjá fyritíðarpensjónistum, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá MEGD fyri bøttum umstøðum.
Kanningin skal m.a. staðfesta munin millum tey mál, sum verða sett í vælferðarpolitikkinum, og veruleikan. Hon skal vísa á veikleikar í vælferðarskipanini og upplýsa um veruligu støðuna hjá borgarum í landinum. Hon skal staðfesta broytingar, sum borgarar við skerdum førleika uppliva, og kanna, um hesar broytingar hava munað hjá borgarunum síðani seinastu livikorkanningina frá 2007. Harumframt skal kanningin vísa á møguligar trupulleikar, sum síðani kunnu loysast, áðrenn tað er ov seint, og fáa ítøkiliga vitan um støðuna og møguligar ábøtur, sum kunnu stimbra sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, viðgerð og endurmenning.
MEGD hevur eisini fingið játtað 200.000 kr. frá Betri Stuðul til verkætlanina.
Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir frá Høvuðsøki 1 sæst her
Les meira um Sjúkrakassagrunnin her