Lívfrøðiligt margfeldi á Globalis
Í sambandi við, at tað í dag er altjóða dagur fyri lívfrøðiligt margfeldi, hevur heimasíðan Globalis í løtuni eitt tema um lívfrøðiligt margfeldi og broytingarnar sum henda á økinum
At sløg hvørva er heilt náttúrligt og er ikki nakað nýtt. Men nú minkar lívfrøðiliga margfeldi hundrað ferðir skjótari enn fyri 50 árum síðani. Hvønn dag hvørva 100 sløg fyri ævir. Nógv sløg eru hótt. Heilar vistskipanir eru undir trýsti. Fyri at vita hvat má gerast fyri at steðga niðurgongdini, mugu vit vita, júst hvat hendir.
Í kortrøð sæst minkingin í lívfrøðiliga margfeldinum seinastu 300 árini og hvussu verður fer at síggja út um 40 ár, um sama gongd heldur fram. Svørt økini vísa at lívfrøðiliga margfeldi nærum er horvið, meðan reyð øki vísa eitt lítið lívfrøðiligt margfeldi.
Les meira og hygg at kortunum á Globalis