4eab257ccf5abbb1d4a8d28a194c7266.png
Skriva út
Lagt út: 17.04.2013

Lise H. Ofstad vart ph.d. um havtasku

Lise H. Ofstad vardi 16. apríl ph.d.-ritgerð um havtasku undir Føroyum. Ritgerðin hevur heitið “Anglerfish Lophius piscatorius L. in Faroese waters”.

Verjan var við Universitetið í Tromsø. Í dómsnevndini vóru Karin Hüssy, seniorgranskari á DTU, Danmark, Knut Sunnanå, seniorgranskari, Havforskningsinstituttet, Tromsø og Asgeir Aglen, professari á AMB. Vegleiðarar hava verið Torstein Pedersen frá Universitetinum í Tromsø og Petur Steingrund frá Havstovuni.

Lise hevur arbeitt við verkætlanini síðan 2009. Hon var stuðlað av Granskingargrunninum, Fiskivinnuroyndum og Havstovuni.

Verkætlanin kom fram til nógv áhugaverd úrslit viðvíkjandi føði, ferðing og nøgd av havtasku undir Føroyum:

• Havtaska undir Føroyum ferðast millum føðiøki og gýtingarøki.
• Dagslongdin avger, nær havtaskan byrjar at ferðast til gýtingarøki um heystið og aftur til føðiøki um várið.
• Havtaska er vorðin eitt týdningarmikið tilfeingi í eystara parti av Norðuratlantshavi seinastu 20 árini, og fiskiskapurin eftir havtasku við Føroyar hevur stóran fíggjarligan týdning. Lítil vitan var tó um lívfrøðina hjá havtasku. Haraftrat var ongin vitan um støddina á stovninum, ella um fiskiskapurin eftir havtasku er burðardyggur ella ei.
• Øll stigini í lívsringrásini hjá havtasku eru funnin í føroyskum sjógvi, frá eggum og yngli til gýtingarbúnan fisk. Eisini eru lokal gýtingarøki funnin, og havtaska við Føroyar kann sostatt metast sum ein egin fiskastovnur.
• Sum tær fyrstu um okkara leiðir, hava merkingar av havtasku við goymslumerkjum víst, at havtaska ferðast millum djúp gýtingarøkir um veturin til grynri føðiøkir á Landgrunninum um summarið.
• Teimum dámar best hita millum 6 og 11 hitastig, og halda seg burtur frá hita lægri enn 4 hitastig.
• Tað fyrsta árið veksur havtaska um 18 cm. Kallfiskarnir eru kynsbúnir, tá teir eru um 4 ára gamlir og 58 cm langir. Kvennfiskarnir eru kynsbúnir, tá teir eru um 8 ár og 84 cm langir.
• Fyri fyrstu ferð er ein aldursbaserað stovnsmeting gjørd av havtasku undir Føroyum. Hetta varð gjørt fyri árini 1999 til 2011. Stovnurin var størstur í 2004-2005, tá hann var um 19 túsund tons. Síðani er hann minkaður, og í 2011 var hann um 11 túsund tons. Nógva veiðan árini 2004 til 2007 komst av góðari tilgongd nøkur ár frammanundan. Í dag kann stovnurin økjast við at minka fiskitrýstið, sum fer at geva størri úrtøku pr. rekrutt. Av tí at landingarnar av havtasku eru minkaðar niður í eina helvt frá 2011 til 2012, átti ein stovnsmeting at verið gjørd hvørt ár framyvir fyri at fylgja við støðuni.

Syntesan til ritgerðina kann lesast her

Les um Lise H. Ofstad í Heilagrunninum

Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum

Kelda og mynd: hav.fo