Leingi er tað, ið væl skal vera
Undir yvirskriftini “Leingi er tað, ið væl skal vera” hevur Sendistova Føroya í Brússel greitt frá tilgongdini at gera nýggja avtalu við ES um luttøku Føroya í Horizon 2020.
Horizon 2020 er framhald av FP7, sum var rammuskráin hjá ES við stuðulsmøguleikum innan gransking og menning. Granskingarstovnar í Føroyum lata væl at úrslitunum av luttøkuni í FP7.
Í Horizon 2020, sum fevnir um tíðarskeiðið 2014-2020, eru samanlagt 525 milliardir krónur settar av til gransking, menning, nýskapan, fíggingarmøguleikar og ráðgeving.
Økini fevna breitt og nógvir inngangir eru í skipanina. ES hevur lagt dent á at finna loysnir fyri tær avbjóðingar, sum eru fyri framman á økjum sum t.d. heilsa, umhvørvi, orka og tøkni. Nógv evni eru tvørgangandi og eisini er stór flytføriskipan, har einstaklingur kann fáa stuðul til at flyta millum lond ella har netverk verða sett upp sum liður í ph.d. skúla.
Tíðindi úr Evropasamveldinum kunnu lesast her