Latið er upp fyri føroyskari luttøku í evropeiskum átaki um lívfrøðiligt margfeldi
Granskarar úr Føroyum hava nú møguleika at søkja stuðul frá Horizon Europe partalagnum Biodiversa+. Hetta er partalag sum 81 partar úr 40 londum samstarva um.
Biodiversa+ partalagið stuðlar dyggari gransking í lívfrøðiligum margfeldi. Partalagið er ment í samstarvi millum BiodivERsA og ES-nevndina sum partur av strategisku ætlanini hjá ES fyri lívfrøðiligt margfeldi 2030, og skal virka við til málið um at: “í 2030 er evropeiska náttúran á kós aftur móti bata og at í 2050 liva fólk í samljóði við náttúruna”.
Granskingarráðið umboðar Føroyar í Biodiversa+ partalagnum. Føroyar hava bundið seg til at stuðla møguligum føroyskum luttakarum við upp til 100.000 evrum, svarandi til umleið 750.000 kr., um føroyskir luttakarar eru við í verkætlanum, sum fáa játtað stuðul.
Talan er í fyrsta umfari um luttøku í 3. umsóknarumfarinum í partalagnum, sum júst er latið upp. Tað kallast: “Nature-Based Solutions (NBS) for biodiversity, human well-being and transformative change”, stytt BiodivNBS.
Umsóknartilgongdin er í tveimum. Fyrst skal ein styttri umsókn sendast inn í seinasta lagi 10. november, har greitt verður frá ætlanum og hvør skal luttaka í verkætlanini. Verður fyrsta umsóknin mett nóg góð, verða luttakararnir bodnir at senda inn fullfíggjaða umsókn í apríl 2024. Eftir ætlan skulu stuðlaðar verkætlanir kunna byrja arbeiðið um árskiftið 2024-2025
Partaløg sum stuðulamboð
Í Horizon Europe samstarvinum verður strembað eftir at finna bestu hættirnar at samstarva um felags avbjóðingar. Eitt amboð, sum gerst meira vanligt er partaløg við samfigging frá ES og teimum londum, sum velja at vera við. Hetta merkir, at ES-nevndin kemur við parti av fíggingini frá Horizon Europe skránni og at londini í partalagnum fíggja restina. Føroyska upphæddin, sum er sett av til hesa stuðulsskipan, verður rindað beinleiðis til føroyskan stovn ella fyritøku, sum eydnast at fáa stuðul til verkætlan úr stuðulsskipanini.
Allar umsóknir til partaløg skulu lúka vanligu krøvini til samstarvsverkætlan í Horizon Europe. Til dømis skulu í minsta lagi 3 lond luttaka og umsóknin skal taka støði í einum átaki, sum er nevnt í lýsingini.
Tó at stuðulsskipanin er partur av Horizon Europe, so eru nøkur krøv sett umsøkjarum úr Føroyum. Tí verður heitt á øll, sum luttaka í umsókn til Biodiversa+, um at seta seg í samband við Granskingarráðið, áðrenn umsóknin verður send inn.
Hvat kann stuðul søkjast til
Í lýsingini eftir umsóknum stendur soleiðis um hetta umfarið:
“This call will aim at supporting research on biodiversity to gain a better understanding of the tipping points and trade-offs and underlying mechanisms affecting Nature-based Solutions (definition in box above, see also Eggermont et al. 2015), and their successful implementation with respect to the benefits for nature, human well-being and societal transformation.
To do so, it will support transnational, interdisciplinary, transdisciplinary, and cross-sectoral research projects (3-years duration) in all parts of the world addressing one or more of the three (non-exclusive) themes below:
THEME A: Synergies and trade-offs of Nature-Based Solutions in the context of human well-being
THEME B: Nature-Based Solutions mitigating anthropogenic drivers of biodiversity loss
THEME C: The contribution of Nature-Based Solutions for just transformative change
All realms (i.e. terrestrial, marine, coastal, and freshwater) will be eligible.”