AS Og DNJ Uti
Skriva út
Lagt út: 23.02.2023

Landsstýrismaður í granskingarmálum á vitjan

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í granskingarmálum, vitjaði mikudagin 22. februar í Granskingarráðnum. Við honum vóru umboð fyri fyrisitingina í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, kunnaði um virksemi stovnsins og um skipanina av gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Hon greiddi frá ymsu stuðulsskipanunum, sum stovnurin fyrisitur, og altjóða samstarvinum við denti á Horizon Europe og NordForsk.

Prátað varð um nakrar av uppgávunum, sum liggja fyri framman, serliga um ársfrágreiðngina hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, sum er ávegis, og um arbeiðið við hagtølum, sum er farið í gongd.

Við á fundinum við landsstýrismannin vóru eisini starvsfólk á Granskingarráðnum.