Landið má verða nógv meira framsøkið
Tað privata ger væl størri íløgur í gransking og menning enn tað almenna í Føroyum. Tað almenna er lutfalsliga dragnað langt afturúr samanborið við stigið fyri 20 árum síðani.
Í summar fingu vit loksins sett tøl og prosent á, hvussu nógv varð brúkt til gransking og menning í Føroyum í 2022: 1,5% av BTÚ. Hetta eru turru tølini. Samanborið við málið hjá Evroparáðnum, sum er 3 % av BTÚ, og íløguna hjá hinum londum í Evropa, so er føroyska íløgan munandi minni.
Nú er neyðugt at landið verður nógv meira framsøkið enn higartil.
Hetta heldur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, í oddagrein í Vísindavøkublaðnum.
- Eg eri sannførd um, at tíðin beint nú er at gera stórar íløgur í útbúgving, gransking og menning fyri at finna loysnir til fleiri av stóru samfelagsligu avbjóðingunum, sum vit standa við. Vit skulu savna allar góðar kreftir og arbeiða miðvíst fyri at venda gongdini aftur, so vit ikki enda í dapra exit Føroyar rákinum, sum var so ráðandi fyri 15 árum síðani.
Les alla oddagreinina her
Vísindavøkublaðið 2024 sæst her.