44616ad58bc929807e09dbb521bf9e6c.jpg
Skriva út
Lagt út: 27.11.2015

Lættari at fara undir registaragransking

Tað verður javnan sagt, at registaragransking í Norðurlondum er sera áhugaverd, tí vit hava so góðar og nógvar ymsar skrásetingar av dátum, skráir ella registar.

Vit hava fleiri dømi um slíka gransking serliga á samfelagsøkinum og heilsuøkinum, har tað eitt nú verður hugt, at hvussu nógvir sjúklingar eru skrásettir við einari ávísari sjúku í eitt ásett tíðarskeið. Hetta kann brúkast til at leita eftir ymsu samanhangum, t.d. um títtleikin minkar ella økist, um hann líkist títtleikanum í øðrum londum ella um samanhangur er við onnur viðurskifti í samfelagnum.

Í grannalondum okkara er av álvara farið undir at gera tað enn lættari at fara undir registaragransking, tí mett verður, at tørvur er á at fáa neyvari yvirlit yvir ørgrynnuna av almennum skráum, meira einsháttaða og lættari atgongd til ymsu skráirnar og at fáa stuðla uppundir slíka gransking við góðari vegleiðing og greiðari mannagongdum.

Í summar almannakunngjørdi Det Koordinerende Organ for Registerforskning (KOR) í Danmark eina nýggja heimasíðu, sum hevur til endamáls at savna granskingarumhvørvini, sum arbeiða við registaragransking. Heimasíðan er á www.registerforskning.dk

Nú hava sviar eisini fingið eina líknandi síðu, sum er at finna á www.registerforskning.se Tað er Vetenskabsrådet, som stendur fyri hesum arbeiðinum.
 
Ein stór avbjóðing í sambandi við ymsu skráirnar eru at einsháttað skrásetingarnar, so til ber at flyta millum skipanir og heinta dátur frá ymsum skipanum og ymsum londum. Her eru stórir munir í dag, sjálvt á sama øki fyri ikki at tala um millum ymisk fakøki ella millum lond. Tað verður áhaldandi arbeitt við felags standardum og einfaldari skipanum.

Í hinum borðinum er tað verja av einstaklinginum, sum er ein avbjóðing. Hvussu finst ein góð javnvág millum atgeingi til flest møguligar dátur og persónsvernd. Her verður arbeitt á ES stigi við nýggjari lóggávu. Her arbeiðir ein bólkur við arbeiðsheitinum Article 29 Data Protection Working Party. í løtuni sær út til at komandi lóggávan verður strangari enn galdandi danska lóggávan á økinum.

Hesin spurningurin er nógv viðgjørdur í Norra, har seminar hava verið um evnið. Tilfar frá seminari sum NENT, NESH og NSD skipaðu fyri í fjør, finst her

Eisini verður spurningurin lýstur í einum kronikki, sum Hallvard Fossheim, sekretariatsleiðari fyri De nasjonale forskningsetiske komiteene skrivaði her

Les um donsku skipanina her
 
Les um svensku skipanina her

Les um gongdina við Article 29 Data Protection Working Party her