Læring í støddfrøði er ymisk við og uttan talgild amboð
Í eini serútgávu av tíðarritinum EMP hevur Louise Meier Carlsen grein, har hon hevur kannað møguleikarnar og fellurnar við at brúka algebra telduamboð, CAS, í hádeild í fólkaskúlanum. Greinin er grundað á kanningar í Føroyum.
Spurningarnir, sum verða granskaðir eru, hvørjir algebraførleikar verða kannaðir í endaligu skrivligu próvtøkini í støddfrøði í 9. flokki, og hvussu hesir høvdu verið broyttir, um algebra telduamboð vóru loyvd til próvtøkurnar. Hetta verður gjørt við at kanna allar próvtøkuuppgávur seinastu 10 árini í mun til, hvørjir førleikar eru neyðugir fyri at loysa uppgávurnar bæði við og uttan symbol amboð.
Samanberingin bendir á, at tað eru grundleggjandi algebra strukturar, sum ikki verða lærdir, um næmingarnar áhaldandi brúka algebra telduamboð til próvtøkuuppgávurnar.
Greinin kallast “What algebraic knowledge may not be learned with CAS -a praxeological analysis of Faroese exam exercises” og kann frítt lesast her
Louise Meier Carlsen er ph.d.-lesandi og adjunktur í støddfrøði didaktikki á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetinum. Ph.d.-verkætlan hennara er stuðlað av Granskingarráðnum, sí Stuðulsyvirlitið
Algebra er bókstavarokning. Sí námsætlanina fyri støddfrøði