Kyksilvur árin á samband millum andsevni og konditión
Í farnu viku vóru granskingarúrslit hjá granskarum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu almannakunngjørd í grein í Environmental Health Perspectives.
Tey siga soleiðis um kanningarnar:
Kviksilvurkanningarnar í Føroyum vísa samband millum kropsliga konditión og hvussu miðnervalagið starvar. Tá tey elstu kviksilvurbørnini vóru um 22 ára gomul kannaðu vit, hvussu bæði miðnervalagið og æðralagið starvaðu. Tað eydnaðist okkum at kanna konditiónina – mestu iltupptøku – hjá umleið 200 av teimum íalt 900, sum luttóku.
Greinin sigur í stuttum, at tað er eitt samband ímillum, hvussu væl tey ungu kláraðu seg í sálarfrøðiligu kanningunum og hvussu væl tey kláraðu seg á konditiónssúkkluni. Hetta samband er longu kent í vísindaligum bókmentum. Tað kom tó óvart á okkum, at vit eisini funnu eitt samband millum kviksilvur í móðurlívi og nevnda samband millum konditión og andsførleika. Vit funnu nevniliga, at hjá tí triðinginum, sum hevði verið fyri mest kviksilvuri í móðurlívi, var onki samband millum konditión og andsevni. Men tað funnu vit hinvegin hjá teimum báðum triðingunum, sum høvdu verið fyri minni kviksilvuri, áðrenn tey komu í heim.
Hví so er, kunnu vit enn bert gita um. Ein møguleiki er, at eiturevnið methylkviksilvur ávirkar heilakyknurnar tíðliga í fosturbúningini, so at førleikin hjá heilakyknum at ávirkast av konditiónini verður darvaður. Ella sagt á annan hátt – møguliga ávirkar kviksilvurið upprunakyknurnar soleiðis, at tær seinni ikki hava førleikan at ávirkast av iltupptøkuførleikanum í kroppinum, íroknað heilan.
Føroyingar í tjúgunum búgva sum flestum kunnugt í stórum tali uttanlands. Tí var neyðugt at fremja kanningarnar bæði í Føroyum og í Danmark. Kanningarnar fóru bæði fram í Havn, á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, men eisini í Valby, á sálarfrøðistovuni hjá Fróða Debes, sum saman við Arna Ludvig stóð fyri tí sálarfrøðiliga kanningararbeiðinum. Maria Skaalum Petersen, ph.d. og Jónrit Halling, ph.d. gjørdu konditiónskanningarnar.
Høvundarnir eru Youssef Oulhote, Fróði Debes, Sonja Vestergaard, Pál Weihe og Philippe Grandjean.
Greinin kallast "Aerobic Fitness and Neurocognitive Function Scores in Young Faroese Adults and Potential Modification by Prenatal Methylmercury Exposure" og kann lesast her