Kvívíkar skúli fekk eitt serstakt herðaklapp
Í morgun, týsdagin 27. august, vóru umboð fyri Nám og Granskingarráðið á ferð og heiðraðu flokkar, sum hava verið við í kappingini Ársins Vitanarfróðu 2024.
Sum nakað serstakt í ár, valdi dómsnevndin at geva eitt “Herðaklapp” til allar teir luttakandi bólkarnar úr Kvívíkar skúla. Herðaklappið var fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði.
Í Kvívíkar skúla var allur skúlin samlaður í miðhøllini, tá kunngjørt varð, at allir 5 bólkarnir í Kvívíkar Skúla fáa herðaklapp fyri gott og sjálvstøðugt arbeiði. Herðaklappið er ein serligur heiður og 2000 kr. sum dómsnevndin sum nakað serstakt hevur valt at lata í ár.
Henny Dánjalsdóttir segði millum annað soleiðis:
- Í uppgávunum hava tit lýst arbeiðsháttin hjá teimum Vitanarfróðu sera væl.
- Vit halda okkum síggja, at tit veruliga hava arbeitt væl saman í bólkunum, at tit hava kannað ymisk evnir á ymiskar mátar. Nógvu myndirnar, tað ofta stuttliga skrivingarlagið og ikki minst eisini video-filmarnir hava veruliga víst okkum, at kanningararbeiðið ikki bert hevur verið læruríkt, men eisini sera stuttligt.
- Tit hava gjørt spennandi kanningar, spurt fróðar- og vísindafólk, arbeitt við sera viðkomandi samfelagsevnum, so sum hvørja ávirkan telduspøl kunnu hava á okkum, ringt til eina rúgvu av skúlum, kokkast, tugt tyggigummi og tugt upp á nógvar góðar spurningar, funnið reyðmaðkar og leita eftir lundum, skaffa tykkum fiskar og leita eftir stórum og smáum ella kanska ongum heilum?
Frágreiðingarnar kunnu síggjast her
Hjartaliga tillukku øll somul!
Les eisini um vinnaranar frá Skála skúla
Arbeiðið sum Ársins Vitanarfróðu alt árið
Í stuttum kunnu allir næmingar í landinum luttaka í kappingini um at gerast “Ársins Vitanarfróðu”. Tað er bara at velja eitt gott evni at kanna, og síðani fylgja læruleiðini hjá teimum Vitanarfróðu. Freistin fyri at vera við komandi ár er miðskeiðis í mai.
Granskingarráðið hevur faldarar og plakatir, sum allir skúlar kunnu fáa og eisini ber til at taka tilfarið niður av heimasíðuni. So tað er bara at fara í gongd beinanvegin ella tá tað passar, tí tað ber saktans til at arbeiða alt skúlaárið og senda inn seinni.