Kvinnur í granskarastørvum
Kvinnur í granskarastørvum - forðingar og væleydnaðar søgur. Soleiðis kallast ráðstevna, sum verður á Lærda háskúlanum í Århus í døgunum 18. og 19. mai 2009.
Tað er ein týðiligur skeivleiki, tá ið talan er um kynsbýti í granskingarumhvørvum, har kvinnur eru í greiðum minniluta. Sum heild megnar granskingarheimurin ikki at draga til sín kvinur, at menna tær og at varðveita tær í granskarastørvum.
Millum evnini, ið verða viðgjørd á ráðstevnuni, eru:
- Javnvág millum frítíð og arbeiði
- Netverkan
- Coaching og vegleiðing
- At útvega og at varðveita fólk
- Framúrskarandi gransking
Ráðstevnan vendir sær til myndugleikar, leiðslu, granskarar og starvsfólkaleiðarar innan gransking.
Ráðstevnan er fyriskipað av 'frAU' - Female Researchers við Lærda háskúlan í Århus í samstarvi við Brittu Thomsen, sum er limur í Europa-tinginum.
Les meira um ráðstevnuna her.