Kveikingar- og kunningarfundur
Hevur tú hug at gerast partur av eini europeiskari verkætlan, ella vilt tú vita meira um møguleikarnar fyri gransking, menning og nýskapan í FP7? So er kunningar- og kveikingarfundurin mánadagin 21. mai, kl. 14:00 til 16:00, sum Granskingarráðið skipar fyri, júst fyri teg.
Tiltakið verður skipað við stuttum framløgum, sum kasta ljós á teir ítøkiligu møguleikarnar innan ymisku evnini. Eisini verða góðir møguleikar at hitta onnur áhugaði í europeiskari gransking millum framløgurnar.
Endamálið við fundinum er, at lýsa ymisku møguleikarnar í FP7 bæði innan nýskapan, menning og gransking sum eru í arbeiðsætlanunum fyri 2013.
Tey føroysku NCP umboðini, stjórin á Granskingarráðnum og Ólavur Gregersen, stjóri á fyritøkuni, Syntesa fara at hava stuttar framløgur um evnini, sum verða leys at søkja.
Tiltakið verður í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum í Jónas Broncks gøtu 25.
Skrá
Kl. 14:00 – Vælkomin og yvirskipað um FP7: Annika Sølvará
Kl. 14:10 – Royndir og avbjóðingar í ES-granskingarsamstarvinum: Ólavur Gregersen
Kl. 14:25 – Mingling og kaffi: møguleiki at fáa meira kunning og hitta luttakararnar
Kl. 14:45 – Møguleikar innan heilsugransking: Maria Skaalum Petersen
Kl. 14:55 – Møguleikar innan kunningar og samskiftistøkni: Hannes Gislason
Kl. 15:05 – Møguleikar innan umhvørvis- og veðurlagsgransking: Maria Dam
Kl. 15:15 – Mingling og kaffi: møguleiki at fáa meira kunning og hitta luttakararnar
Kl. 15:35 – Møguleikar innan SME og PEOPLE: John D.Olsen
Kl. 15:45 – Møguleikar innan matvøru-, fiskivinnu- biotøkni gransking: Jonhard Eysturskarð
Kl. 15:55 – Liðugt – Mingling og Kaffi
---
Føroyskir stovnar og føroyskar fyritøkur kláraðu seg sera væl í europeiska granskingarsamstarvinum í 2012 útboðnum. Av 15 umsóknum hava 7 fingið játtandi svar og tvær bíða enn eftir endaligari meting. Tilsamans eru góðar 11 mió. krónur játtaðar til føroysku luttakararnar í 2012 útboðnum.