Kunningarfundur: Umhvørvis- og veðurlagsgransking
Fríggjadagin 29. apríl, kl. 14:00, verður skipað fyri einum kunningarfundi um Umhvørvis- og veðurlagsgransking í FP7. Fundurin verður á Havstovuni.
Á fundinum verður kunnað um hvørji evni eru leys at søkja í tíðarskeiðinum juli 2011 til mars 2012.
Tað er føroyska umboðið á økinum, Maria Dam, Umhvørvisstovan, sum fer at kunna um møguleikarnar.