Kunningarfundur um møguleikar fyri stuðli til gransking
Mánadagin 26. januar skipar Granskingarráðið fyri kunningarfundi í sambandi við umsóknarfreistina til stuðul úr Granskingargrunninum. Freistin er 16. februar 2015 kl. 12.
- Hvør kann søkja stuðul úr Granskingargrunninum?
- Hvørji fakøkir ber til at fáa stuðul til?
- Ber til at fáa pengar til nýskapan?
- Skal eg byrja við eini ph.d. verkætlan ella kann tað vera ein minni/stytri verkætlan?
- Hvussu long skal ein umsókn vera?
- Hvørji fylgiskjøl skulu leggjast við?
- Hvat lønarstig kann eg brúka?
- Hví skal umsóknin skrivast á skandinaviskum ella enskum?
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðum, fer at kunna um møguleikar og krøv fyri stuðli úr Granskingargrunninum. Møguleiki verður at seta spurningar og umrøða ítøkiligar ætlanir. Eisini ber til at gera avtalu um vegleiðing aftaná fundin.
Tiltakið verður í høllini hjá Fróðskaparsetrinum Jónas Broncks gøtu 25, veghædd. frá kl. 14.30 til 15.30
Øll eru vælkomin.