Kunningarfundur um granskingaretikk og reglur
Granskingarráðið skipar í dag fyri kunningarfundi um granskingaretikk og -reglur og um góðan granskingarsið. Fundurin verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum hósdagin 29. november kl. 14.00.
Á fundinum fara umboð fyri Granskingarráðið at hava framløgu um almennar granskingaretiskar leiðreglur og um ítøkiligu krøvini til lýsing av etiskum viðurskiftum í umsóknum um stuðul.
Umboð fyri Vísindasiðsemisnevndina og Dátueftirlitið koma at greiða frá, í hvørjum førum tey skulu kunnast/hava umsókn, hvørji krøv eru, hvat skal til fyri at fáa loyvi og nær í tilgongdini tað er skilabest at søkja.
Granskingarnevndin hevur samtykt at seta krøv um ítøkiliga lýsing av etiskum viðurskiftum í øllum umsóknum um stuðul til gransking. Tað er í hesum sambandi at skipað verður fyri fundinum. Fundurin vendir sær serliga til granskarar og granskingarstovnsleiðslur, men er almennur og øll eru vælkomin.