Kunningarfundur um flytføri í Horizon 2020
Marie Skłodowska-Curie actionsTýsdagin 28. apríl verður kunningarfundur um flytføriskipanina í Horizon 2020.
Flytføriskipanin gongur undir heitinum Marie Skłodowska-Curie actions og er sostatt uppkallað eftir víðagitnu kvinnuni úr Póllandi, sum vann tvær Nobel virðislønir fyri sína gransking í geislavirkni.
Marie Skłodowska-Curie actions veitir stuðul til granskarar á allari yrkisleiðini uttan mun til tjóðskap. Granskarar innan øll fakøki kunnu søkja um stuðul. Stuðul verður eisini veittur til ídnaðar ph.d og onnur útbúgvingarnetverk, sum menna starvs- og yrkismøguleikarnar.
Á fundinum verður farið ígjøgnum útboðini og møguleikarnar í flytføriskipanini.
Fundurin er avgjørt ætlaður at kveikja áhugan at royna lívsleið sum granskari og kann tí vera viðkomandi hjá lesandi á Setrinum og miðnámsskúlanæmingum. Fundurin er almennur og øll eru vælkomin.
Kunningarfundurin verður í hølunum hjá Fróðskaparsetri Føroya í Jónas Broncks gøtu 25, týsdagin 28. apríl kl. 14.00.