8fb1056ef7ccf899ed89bc1a534ed3e4.jpg
Skriva út
Lagt út: 06.05.2008

Kunningarfundur um ENERGY

   

Arbeiðir tú innan orku og hevur ætlanir um at lata eina umsókn inn til FP7 innan hetta økið, er høvi at fáa kunning um, hvussu søkt verður og aðra neyðuga kunning um mannagongdir o.s.fr. í.smb.við umsóknir. Opið verður fyri spurningum, sum persónar við neyvum kunnleika um økið svara.

 

Luttøka á hesum kunningarfundinum kann eisini hjálpa tær við at fáa samband við aðrar møguligar umsøkjarar og samstarvsfelagar.

 

Fundurin verður hildin í Brussells tann 20. juni í Charlemagne bygninginum og seinasta freist at boða frá luttøku er tann 6. juni.

 

Stig eru tikin til kunningarfundin eftir at Europa Kommissiónin tann 29. apríl almannakunngjørdi útbóðið (call) innan orku við heitinum FP7-ENERGY-2008-TREN-1. Umsóknarfreist er tann 8. oktober 2008 og metta fíggingin er um €147 mio.

 

Tú kanst tekna teg til kunningarfundin og fáa meira at vita her.

Fyribils skrá kann takast niður her.