Kunningarfundur: Stuðul til gransking 2023
Hvussu er leiðin frá hugskoti til verkætlanarbyrjan, um tú kundi hugsað tær at fingið stuðul til eina granskingarverkætlan?
Hósdagin 17. november kl. 14.30 skipar Granskingarráðið í samstarvi við Fróðskaparsetrið fyri kunnandi fundi um møguleikar og krøv til umsóknir. Fundurin verður í Kongshøll.
Byrjað verður við framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja og serliga hvørjar broytingar eru í treytum í mun til undanfarin ár.
Greitt verður frá umsóknarportalinum og ítøkiligu krøvunum til umsóknir. Høvi verður at seta spurningar.
Fundurin verður hildin á føroyskum.
Í næstum verður eisini ein netfundur á enskum.