cadffde8116f524f04c6628bcd15f8bf.jpg
Skriva út
Lagt út: 11.01.2010

Kunningarfundur fyri Ph.D.lesandi í Føroyum

Marita Debes Magnussen og Tóra Petersen, sum eru Ph.D.lesandi, hava tikið stig til ein felags fund fyri Ph.D.lesandi í Føroyum. Fundurin verður hósdagin 14. januar kl 13 í Perluni í Tórsgøtu.

Tær hava tikið hetta stigið, tí tær halda, at man situr nakað einsamøll/-mallur sum Ph.D. lesandi í Føroyum, Tær siga seg vera sannførdar um, at eitt netverk har man kann kjakast, sosialisera, drekka ein kaffimunn/fimmara-øl kundi verið sera jaligt. Stigið er tí tikið at bjóða teimum í minsta lagi 20 fólkunum, sum vit  vita um eru í gongd við eina Ph.D.verkætlan og sum búgva í Føroyum, til fundar at tosa um møguleikarnar at skipa fyri felags tiltøkum, skeiðum o.l.

Øll Ph.D.lesandi eru vælkomin til fundin, har eisini umboð fyri Føroya Fróðskaparfelag og Granskingarráðið vera við.

Hví skipað eitt netverk fyri Ph.D.lesandi?
Nakað av tí, sum hevur verið á lofti, er:
- at Ph.D.lesandi í Føroyum, sum eru knýtt at granskingarstovnum uttanlands mangla eitt granskingarumhvørvi innan sítt øki í Føroyum – eitt netverk kundi givið møguleika fyri hesum.

-at Ph.D.lesandi/granskarar í Føroyum brúka nógva orku og pengar upp á kravd skeið í londunum kring okkum. Eitt netverk kundi skapt møguleika fyri at samskipað skeið í Føroyum. 

- at Ph.D.lesandi í Føroyum, sum hava vegleiðarar í londunum kring okkum, skulu ofta ”uppfinna tann djúpa tallerkin av nýggjum” (mannagongdir, do’s and don’t’s). 

- eitt netverk kundi skapt betri karmar um tvørfakliga gransking/nýggja gransking. 

- eitt netverk kundi økt um trivaðin hjá granskarum í Føroyum.

Hvat er ein Ph.D.verkætlan?
Ph.D. er ein 3 ára granskaraútbúgving, sum í dag er kravd fyri at kunna fáa starv sum granskari á universitetum og granskingarstovnum. Eisini fleiri virkir, serliga tey sum arbeiða við  menning av nýggjum vørum og tænastum, seta fólk við Ph.D.útbúgving í starv.

Fólk verða vanliga sett í eitt 3 ára starv hjá einum universiteti, einum sektorgranskingarstovni ella á einum virki og innskrivað til lestur við eitt universitet. Tað ber til at verða innskrivað/ur til Ph.D.lestur á Fróðskaparsetrinum, hetta virksemið er ásett í kunngerð.

Roknað verður við, at gott 20 fólk eru í holt við eina Ph.D.verkætlan í Føroyum í løtuni. Eisini eru nógvir føroyingar í holt við Ph.D.verkætlanir uttanlands.