6cbb580b794b89157fb7b65d8940758e.jpg
Skriva út
Lagt út: 01.06.2011

Kunningardagur um orku- útboðið 2012

7. juli verður ein kunningardagur um orku útboðið 2012 í Bruxelles.

Tiltakið er ætlað teimum, sum hava hug og ætlanir at søkja stuðul úr orku skipanini.

Á fundinum verður møguleiki at hoyra um evnini, sum eru leys at søkja í orku arbeiðsætlanini 2012, og um onnur viðurskifti, so sum mannagongdir, reglar o.s.fr. Arbeiðsætlanin verður væntandi almannakunngjørd 20. juli 2011.

Tað er ókeypis at luttaka á fundinum, men tað er neyðugt við tilmelding, av tí at plássið er avmarkað. Rátt verður til at senda inn tilmelding sum skjótast.

Skráin sæst her

Ein heimasíða er gjørd til tiltakið

Um tað ikki liggur fyri at fara til fundin, so er møguleiki at fylgja við fundinum umvegis beinleiðis ljóð og mynd. Ein slóð verður løgd út á omanfyri nevndu síðu beint undan fundinum til hetta endamálið.