Kunningardagur um granskingarmøguleikar í sjeyndu rammuskránni
Hevur tú ætlanir um at gerast partur av europeiskari gransking, men veit ikki hvar tú skal byrja, so er kunningardagurin júst fyri teg.
13. november verður skipað fyri einum kunningardegi á Fiskirannsóknarstovuni um granskingarmøguleikar í sjeyndu rammuskránni hjá ES (FP7). Dagurin er serliga ætlaður teimum, sum hava ætlanir um at luttaka í europeiskum granskingarsamstarvi.
Tað er Bent Egebart frá donsku ráðgevingarfyritøkuni Whyse, sum fer at greiða frá. Bent hevur drúgvar royndir við rammuskráunum hjá ES, bæði sum verkætlanarleiðari, ráðgevi og metari av ES stuðlaðum verkætlanum. Harafturat hevur hann arbeitt hjá ES-kommissiónini við gransking, menning og nýskapan.
Skráin fyri dagin:
Kl. 9:00 - 10:30
• Reglugerð og mannagongdir
• Teir ymisku stuðulshættirnir (funding schemes)
• Spurningar og svar
Kl. 10:30 - 10:45
• Kaffi
Kl. 10:45 - 12:00
• Hvar skal eg byrja
• Spurningar og svar
Kl. 12:00 -12:45
• Matarsteðgur
Kl. 12:45 - 14:15
• Menning av verkætlanarlýsing
• Fíggjarætlan
• Spurningar og svar
Kl. 14:15 - 14:30
• Kaffi
14:30 - 16:00
• Onnur teknisk viðurskifti
• Aðrir møguleikar í FP7
• Spurningar og svar