Kunningardagar um Kunningar- og samskiftistøkni
Í døgunum 17. og 18. desember skipar Europeiska Kommisjónin fyri kunningardøgum í Luksemborg. Dagarnir snúgva seg um 3. útboð innan Kunningar- og samskiftistøkni í 7. rammuskránni hjá ES.
Tiltakið snýr seg um útboðið ICT-2007.4.3., sum fevnir um økini talgild bókasøvn og e-læru. Endamálið við tiltakinum er at veita luttakarunum ráðgeving um Work Programme og um tær treytir, sum umsóknir um fígging til gransking verða mettar eftir. Harumframt er endamálið at geva luttakarunum høvi til at skifta orð um hugskot og royndir higartil, og at finna samstarvsfelagar til granskingarsamtøk.
Fleiri upplýsingar um Work Programme 2007 for Information and Communication Technologies finnast á hesi leinkju: http://cordis.europa.eu/fp7/ict/programme/home_en.html.
Fleiri upplýsingar um kunningardagarnar finnast á hesi leinkju: http://cordis.europa.eu/fp7/ict/telearn-digicult/call3-infodays_en.html.
Hava tit fleiri spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við føroysku NCP-umboðini, sum starvast á Granskingarráðnum.