Skriva út
Lagt út: 31.10.2007

Kunningardagar: matvørugransking

Altjóðasamstarv innan matvøru, landbúnað, fiskiskap og biotøkni

Kunningardagar um altjóðasamstarv innan 2. temað í sjeyndu rammuskránni, matvørur, landbúnaður, fiskiskapur og biotøkni verða í døgunum 29. og 30. november í Brussells.

Endamálið við tiltakinum er at geva persónum innan gransking, umboðum frá ídnaðinum og umboðum frá kommissiónini ein møguleika at hittast fyri at kjakast um og netverka innanfyri vitanar-grundaða bio-búskapin (knowledge-based bio-economy, KBBE).

Á tiltakinum verður ljós eisini kastað á evnini (callini) í BIO workprogramminum fyri 2008, og framløgur verða av verkætlanarhugskotum, eins og bilateral møti eru fyriskipað, har evnið er møgulig komandi FP7 evnisuppskot.

Meira kunning her: http://kbbeb.tetalap.hu/

Um tú hevur spurningar til Granskingarráðið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis telefon (316 515) ella t-post. (john@gransking.fo)