Skriva út
Lagt út: 23.03.2009

Kunningar- og samskiftistøkni í FP7

Í januar 2010 verður føroyskur atlimaskapur í FP7 væntandi veruleiki. Harvið fáa føroyskir granskarar høvi at gerast partar av teimum mongu granskingarverkætlanunum, sum fara fram í granskingarsamstarvinum hjá ES.

Um virkisøkið er kunningar- og samskiftistøkni, ber til at fáa meira vitan um møguligar samstarvsfelagar og granskingarverkætlanir á økinum á heimasíðuni hjá Ideal-ist.

Endamálið við Ideal-ist er at lætta um atgongdina til FP7 hjá teimum, sum fáast við gransking og menning innan kunningar- og samskiftistøkni. 

Til ber at skráseta seg sum samstarvsfelaga innan gransking á økinum og at finna onnur, ið eru skrásett sum samstarvsfelagar.

Sí heimasíðuna hjá Ideal-ist.