Kunninga- og samstarvsdagur um orku-gransking
Umhugsar tú at gera eina umsókn innanfyri orku í sjeyndu rammuskránni, so er gott høvi at møta møguligum samstarvsfelagum í Vienna fyrst í juli, og annars fáa kunning um evnið og opnað útboðið (callið).
Annað útboð í orku-skipanini er nevniliga lýst leyst. Umsóknarfreistin er tann 8 oktober 2008. Fyri at fremja samstarv og at kunna um granskingar- og menningar evnini, ið eru við í hesum útboðnum, verður skipað fyri einum kunninga- og samstarvsdegi.
Tíð og stað
2. juli 2008 í Vienna, TECHbase Vienna, Giefinggasse 2, 1210 Vienna
Á tiltakinum verður fokus sett á:
- Kunning um Energy temað og innleiðslu í annað útboð í DG TREN
- Kunning um nágreinilig viðurskifti við Concreto tiltakinum og frágreiðingar um væleydnaðar verkætlanir
- Møguleikar fyri at fáa stuðul til at kasta ljós á serkunnleikan og verkætlanarhugskot hjá tíni fyritøku
- Umstøður at finna møguligar samstarvsfelagar
Harafturat verður eisini møguleiki at geva eina stutta lýsing av tínum verkætlanarhugskoti og at lata seg skráseta til bilaterelt samstarvskjak.
Meir kunning um tiltakið á hesi heimsíðuni: