Kunning um stuðul til ph.d.verkætlanir
Hósmorgunin 21. november skipa Granskingarráðið og netverkið Ph.d.spírar á Fróðskaparsetrinum fyri felags kunningarfundi.
Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðum, fer at kunna um møguleikar og krøv fyri stuðli úr Granskingargrunninum. Eisini fer hon at geva almenn ráð í sambandi við fyrireiking av ph.d.verkætlanum. Møguleiki verður at seta spurningar og umrøða ítøkiligar ætlanir. Eisini ber til at gera avtalu um vegleiðing aftaná fundin.
Tiltakið verður í høllini hjá Fróðskaparsetrinum Jónas Broncks gøtu 25, veghædd. frá kl. 9 til 10.
Ætlanin er at stroyma fundin beinleiðis umvegis Youtube rásina hjá Granskingarráðnum
Beinleiðis leinkið til stroymingina verður lagt á Facebooksíðuna hjá Granskingarráðnum, beint sum fundurin byrjar.
Øll eru vælkomin.