Kunning um Nordisk Innovationscenter
Týsdagin 22. juni kl. 13.30 – 14.30 sigur Ivar Kristensen, stjóri í Nordisk Innovationscenter (NICe), frá um virksemið hjá NICe.
Fyrilesturin verður í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum og øll eru vælkomin.
NICe fíggjar norðurlendskar innovatiónsverkætlanir innan ferðavinnu, nýskapandi bygging, tilfeingi úr havinum, cleantech og nógv onnur fokusøki.
Til ber at lesa um NICe á www.nordicinnovation.net
Nærri kunning fæst eisini við at venda sær til Vinnumálaráðið, Oyvind av Skarði, á telefon 556082 ella teldupost oyvindur@vmr.fo