Arbeiðsmarknaðargransking Verkstova
Skriva út
Lagt út: 21.06.2022

Kunning og hugarok um arbeiðsmarknaðargransking

Granskingarráðið setur nú skjøtil á arbeiðið at luta út stuðul til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum. Týsdagin í næstu viku verður skipað fyri kunningar- og hugaroksfundi fyri feløgum og stovnum, ið virka á arbeiðsmarknaðinum. Á fundinum fáa luttakararnir høvi at koma við hugskotum og sjónarmiðum um, hvussu stuðulin kann brúkast best gjørligt.

Granskingarráðið fekk í farnu viku handað fæið í Frítíðargrunninum, sum løgtingið hevur gjørt av skal brúkast til stuðul í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum. 

Tær 10 milliónirnar úr Frítíðargrunninum skulu saman við møguligum rakstraravlopi latast sum stuðul til verkætlanir, sum fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking, sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum. Ætlanin er at býta stuðulin í tvey øki – eitt til smærri kanningarverkætlanir og eitt til granskingarverkætlanir, t.d. ph.d.-verkætlanir.

Umboð fyri fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg eru boðin við til kunningarfundin, ið verður í Smæruni týsdagin kl. 10. Um onkur feløg ikki hava fingið innbjóðing, kunnu tey venda sær til Granskingarráðið.

Á fundinum verða eisini umboð fyri granskingarstovnar og avvarðandi myndugleikar.