Kunngerðir sendar til hoyringar
Løgtingið samtykti 4. juni 2020 nýggja lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan. Lógin kom í gildi 1. januar 2021.
Nýggja lógin kom í staðin fyri lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006, sum Granskingarráðið higartil hevur virkað undir.
Í sambandi við lógarskiftið eru tvær nýggjar kunngerðir í uppskoti. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur í dag sent uppskotini til hoyringar.
Talan er um:
Kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan
Í mun til avtiknu lógina er ein broyting henda, at eitt nýtt Ráð fyri gransking, menning og nýskapan verður sett í staðin fyri Vísindaráðið. Ein akademiskur skrivari skal setast til arbeiðið hjá hesum ráðnum.
Kunngerðin greinar mannagongdina fyri val av limum til ráðið.
Hoyringarfreist tann 5. mars 2021.
Kunngerð um stuðul til gransking
Í mun til avtiknu lógina eru broytingar m.a. at:
- Granskingarnevndin verður umskipað til eina faknevnd og stjórnar ikki longri granskingargrunninum. Í staðin vísir stjórin beinleiðis til Uttanríkis- og mentamálaráðið.
- Stuðulsskipanirnar hjá stovninum verða skipaðar í einum eksternum grunni.
Hoyringarfreist tann 19. februar 2021.
Møguligar viðmerkingar verða at senda Uttanríkis- og mentamálaráðnum – t-post: ummr@ummr.fo