Kunnandi fundur um altjóða stuðulsmøguleikar til gransking og menning
Hugsar tú um at fara í holt við eina verkætlan? Hevur tú áhuga í altjóða stuðulsskipanum? So eigur tú at koma í Miðlahúsið hósdagin 22. januar klokkan 14.
Tá verður ein kunnandi fundur um altjóða stuðulsmøguleikar til gransking og menning.
Kunningarfundurin er eitt einastandandi høvi hjá øllum áhugaðum at fáa meiri at vita um, hvussu føroyskar fyritøkur og stovnar kunnu fáa stuðul frá trimum altjóða stuðulsskipanum.
Greitt verður frá, hvussu stuðul kann fáast frá NORA (Norrønum Atlantssamstarvi), NPP (Northern Periphery Programme) og FP7 (Sjeyndu rammuskránni) hjá ES.
Tað eru Lars Thostrup stjóri á NORA, Niclas Forsling, leiðari á NPP skrivstovuni í Keypmannahavn og John D. Olsen frá Granskingarráðnum, sum greiða frá .
Eftir framløgurnar verður møguleiki at fáa persónliga vegleiðing um stuðulsmøguleikarnar.
NORA veitir stuðul til verkætlanir, netverk og til undanverkætlanir. Tey raðfestu økini eru: havtilfeingi, ferðavinna, kunningar- og samskiftistøkni og flutningur.
NPP er stuðulsskipan hjá ES sum stuðlar nýskapan og burðardyggari menning í útjaðara-økjum við harðbalnum veðurlagi og fáum íbúgvum.
FP7 er høvuðsstuðulsskipanin hjá ES, tá ið umræður gransking og tøkniliga menning.
Tiltakið verður í Miðlahúsinum hósdagin 22. januar klokkan 14.
Tað er ókeypis at luttaka, og øll eru vælkomin.