365df158d5d5dace7ebe69b682140b2c.PNG
Skriva út
Lagt út: 17.11.2016

Krevja nú ítøkiliga ætlan fyri handfaring av granskingardátum

Granskingarnevndin hevur gjørt av at krevja upplýsingar um ætlan fyri handfaring av granskingardátum í komandi umsóknum um stuðul til granskingarverkætlanir.

Í flestu granskingarverkætlanum verða dátur savnaðar saman, sum skulu brúkast til verkætlanina. Tað hevur stóran týdning, at hesar dátur verða handfarnar, skipaðar og goymdar væl. Tað hevur týdning fyri granskaran sjálvan og fyri stovnin ella virki, sum í felag hava ábyrgd av, at tilfarið verður handfarið rætt og goymt forsvarligt til seinni eftirkanning og nýtslu.

Ítøkiliga verður nú kravt í verkætlanarlýsingini, at umsøkjarin leggur við: “Ætlan um handfaring, goymslu og atkomu til innsavnaðar granskingardátur frá verkætlanini, kravt verður open access atkomu í størst møguligan mun.”

Roknað verður við eini lýsing, sum ikki nýtast vera long, men sum vísir, at verkætlanarleiðarin og stovnurin ella virkið hava eina greiða mynd av uppgávuni at handfara dátur og vísa á skipanir og mannagongdir at goyma dátur.

Nýggja kravið er partur av arbeiðinum hjá Granskingarnevndini og Granskingarráðnum at seta meira fokus á granskingardátur sum tilfeingi hjá fleiri verkætlanum, tá upprunaliga verkætlanin er liðug.

Arbeitt verður við at kortleggja verandi tilfeingið, sum er skrásett í dátugrunnum hjá granskingarstovnunum í dag. Hetta skal savnast í eitt yvirlit, sum skal vera alment atkomuligt hjá granskarum og myndugleikum.

Samlað dagføring av krøvum og umsóknarblaði
Nýggju krøvini eru partur av eini endurskoðan av formligu krøvunum, umsóknarblaðnum og vegleiðingini. Aðrar broytingar eru, at tað nú verða kravdar váttanir fyri játtaða fígging við umsóknini og váttanir frá navngivnum luttakarum í verkætlanini um, at tey eru sinnaði at luttaka við stuttari lýsing av teirra leikluti.

Formligu krøvini, umsóknarblaðið og vegleiðingin síggjast her.

Eru spurningar um hesar broytingar ella annað í sambandi við umsókn um stuðul til gransking 2017, ber til at venda sær til okkara á gransking@gransking.fo ella á telefon 567800.