Krabbameinssjúklingar uppliva manglandi samanhang í viðgerðini
Skiftandi starvsfólk og trupulleikar at koma í samband við rætta viðkomandi eru nakrar av avbjóðingunum hjá føroyskum krabbameinssjúklingum. Eisini er ein uppliving hjá summum av, ikki at hava fult álit á skipanini.
Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í kanning sum Birna Mohr Joensen, Sonja Nielsen og Ása Róin hava gjørt í samstarvi við Fróðskaparsetrið, og sum nú kann lesast í grein á á miðlinum Dovepress. Greinin kann frítt lesast her.
Endamálið við kanningini var at fáa eina mynd av, hvussu føroyskir krabbameinssjúklingar uppliva sjúkuna, viðgerðina og røktina, og soleiðis spjaða til vitanina um krabbameinssjúklingar sum búgva í smáum samfeløgum.
Samrøður eru gjørdar við átta sjúklingar ímillum 40 og 80 ár, har hesi hava greitt frá sínum upplivingum.
- Hóast talan er um fáar luttakarar, so gevur kanningin eitt innlit í, hvussu upplivingin er av skipanini í einum lítlum og fjarskotnum samfelagi, verður sagt.
Kanningin varð gjørd sum partur av MSc útbúgving í heilsuvísindum og er stuðlað av Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Les meira um kanningina her