Kortlegging av arvamassa hjá silvurfiskinum
Amplexa Genetics og Fróðskaparsetur Føroya hava samstarva um eina verkætlan, við tí endamáli, at kortleggja arvamassan hjá silvurfiskinum
Silvurfiskurin er eitt fyrndargamalt vongleyst skordjór, ið mentist fyri uml. 400 milliónum árum síðani. Silvurfiskurin er sera áhugaverdur, og kortlegging av arvamassanum, kann avdúka spennandi biokemiskar eginleikar hjá hesum frumdjóri.
Elisabet Thomsen, mýlalívfrøði-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur arbeitt við hesi verkætlan sum part av síni bachelorútbúgving. Hon hevur fingið vegleiðing frá Sunnvør K. í Kongsstovu, ph.d.lesandi hjá Amplexa Genetics og Svein-Ole Mikalsen, professara á Fróðskaparsetri Føroya.
Verkætlanin hevur eydnast sera væl. Elisabet hevur millum annað staðfest, at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum. Hon hevur gjørt eina fyrstu samling (de novo assembly) av arvastreinginum hjá hesum djóri, og eisini hevur hon funnið útav, at arvamassin er uml. 2,5 Gb stórur, næstan líka stórur sum menniskja arvamassin.
Elisabet vardi skrivligu uppgávuna hjá sær 16. juni 2017 og hilnaðist hetta sera væl. Hon fekk sett punktum við útbúgvingina við einum flottum 12 tali.
Stuðlað verkætlanini hava:
Amplexa Genetics
Fróðskaparsetur Føroya
European Molecular Biology Laboratory - European Bioinformatics Institute.