Koronasjúklingar kenna seg einsamøll og vónleys
Tað kann hava stór sálarlig árin at fáa korona, og fleiri hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp. Tað vísa kanningar, ið danskir granskarar hava gjørt.
Granskararnir hava havt samrøður við 15 koronasjúklingar. Tey siga seg millum annað hava kent seg eitrandi, einsamøll og vónleys.
Óvissa um nýggju sjúkuna, ógvisligur tíðindaflutningur og avbyrging eru nakrar av orsøkunum til sálarligu trupulleikarnar hjá sjúklingunum.
Upplivingar hjá koronasjúklingum, ið vórðu smittað í mars og apríl, verða lýstar og greinaðar í eini grein á Videnskab.dk, ið kann lesast her.
Granska eisini avleiðingar av korona í Føroyum
Nógv hevur verið granskað í árini av korona, síðani sjúkan av álvara fór at gera um seg í Europa fyri einum hálvum ári síðani.
Eisini í Føroyum eru fleiri granskingarverkætlanir um korona ávegis, ið skulu greina avleiðingar av sjúkuni fyri tey smittaðu, teirra avvarðandi og samfelagið á fleiri økjum.
Granskingarráðið hevur við dyggum fíggjarligum stuðli frá fleiri fyritøkum latið áleið 3 mió kr til gransking í korona. Fyrstu úrslitini av hesum verkætlanum verða væntandi tøk í næstum.
Yvirlit yvir stuðlaðar verkætlanir sæst her.
Hóast nógv gransking longu er farin í gongd, eru óivað nógv evni eftir, sum eiga at verða granskað komandi mánaðirnar og árini.
Næsta umsóknarfreist til stuðul úr Granskingargrunninum er 15. februar 2021.