Corona Boð
Skriva út
Lagt út: 23.03.2020

Korona og verkætlanir við stuðli úr Granskingargrunninum

Granskingarráðið er tilvitað um, at arbeiðsumstøðurnar hjá granskarum kunnu verða ávirkaðar av Korona farsóttini. Ávirkanin er ymisk, tí økini eru ymisk, og eingin verkætlan er í somu støðu.

Av tí, at eingin enn veit, hvussu leingi hendan støðan fer at vara, er tað eisini trupult í løtuni at vísa á ítøkilig átøk, sum kunnu vera neyðug at seta í verk.

Í sambandi við eina seinni viðgerð av málum um t.d. útseting av freist fyri at lata inn frágreiðing, at leingja verkætlanartíðarskeiðið ella at steðga verkætlanum, er umráðandi, at stovnurin sum arbeiðsgevari og granskarin kunnu vísa skjalprógv fyri støðuna og forðingarnar í arbeiðinum við verkætlanini. Eisini eigur skjalprógv at fyriliggja um, at almenn sett tiltøk og fíggjarlig hjálparátøk í landinum, har verkætlanin fer fram, eru fylgd og troytt til tess at minka um avleiðingarnar.

Vit vilja meta um støðuna hjá einstøku verkætlanunum og handfara støðurnar so smidliga sum til ber.

Løn sambært avtalu

Í útgangsstøði er stuðulsjáttan latin sum ein eingangs upphædd, sum ikki broytist, hóast umstøður broytast. Gerst hendan støðan, sum vit eru í nú, drúgv, mugu vit saman við einstøku arbeiðsgevarunum og almennu myndugleikunum taka støðu til, hvussu fíggjarligar og starvsligar avleiðingar vera handfarnar.

Í fyrsta umfari heita vit á arbeiðsgevarar um at halda fram við at rinda løn í tað tíðarskeiðið, sum er  avtalað, til tey, sum eru í starvi við stuðli frá Granskingarráðnum, um ikki onnur avtala verður gjørd. Hetta kundi t.d. verið, um verkætlanarbyrjan kann verða útsett orsakað av støðuni.

Vit heita á arbeiðsgevarar um at venda sær til okkara, um teir hava ítøkiligar spurningar í sambandi við verkætlanir.

Støðan má skjalprógvast

Tað hevur alstóran týdning, at møguligar eyka útreiðslur, sum standast av Korona átøkunum, verða skjalprógvaðar. Tað kann t.d. vera í sambandi við avlýstar ferðir ella luttøkugjøld, sum ikki vera endurgoldin.

Um so er, at verkætlanarsettur í Føroyum fær staðfest COVID-19 ella verður settur í sóttarhald, so verður váttan um hetta frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan, samsvarandi lógarverkinum, sum júst er samtykt. Støðan í øðrum londum kann vera øðrvísi.

Vit heita á eisini verkætlanarleiðarar um at skriva til okkara og stutt lýsa ítøkiligar avbjóðingar í verkætlanunum av hesi farsóttini.

Samband

Skrivstovan hjá Granskingarráðnum er fyribils stongd, men til ber at fáa samband við okkum á telefon 567800 og telduposti gransking@gransking.fo