1d138f7afe8f4f6902186ffd0c8e7b8f.jpg
Skriva út
Lagt út: 04.11.2013

Kontaktbólkurin kjakast um EURAXESS-verkætlanina


Kontaktbólkurin hjá EURAXESS-verkætlanini varð hósdagin í farnu viku kunnaður um, hvussu langt arbeiðið at skipa EURAXESS-portalin er komið.

Dagmar Joensen-Næs, EURAXESS-samskipari, greiddi frá arbeiðnum. Hon sýndi fram portalin og greiddi frá nøkrum av evnunum, ið fingu serliga umrøðu.

Fleiri av luttakarunum høvdu spurningar og viðmerkingar um serligu reglurnar viðvíkjandi arbeiðsloyvum til útlendskar granskarar í Føroyum. Malene Egeberg Jacobsen, kontaktfólk fyri Útlendingastovuna, greinaði ymisk ivamál.

Á fundinum greiddi Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, eisini frá nýggju ES-granskingarskránni Horizon 2020, og Elisabeth Holm, EURAXESS-samskipari á Fróðskaparsetrinum greiddi frá ES-sáttmálanum Charter and Code, sum ásetir starvstreytir og –mannagongdir á evropeiskum granskingarstovnum.

Kontaktfólkini hjá EURAXESS-verkætlanini umboða granskingarstovnarnar í Føroyum, vinnuna, Útlendingastovuna og Vinnumálaráðið.

EURAXESS-portalurin verður eftir ætlan latin upp í desember.