Koma fyrr í kynsbúningaraldur
Ung nú á døgum koma alsamt fyrr í kynsbúningaraldur, enn undanfarin ættarlið gjørdu. Runt um í heiminum verður nógv granskað í hesum viðurskiftum. Fatanin av nær børn fara frá at vera børn til at gerast vaksin er broytt gjøgnum tíðirnar; bæði mentalt, kropsliga og mentunarliga. Men fara vit nóg langt aftur í tíðina – heilt aftur til neandertalararnar – so komu tey ungu munandi fyrr í kynsbúningaraldur, enn ung gera í dag.
Tað er niðurstøðan frá granskingararbeiðið, sum eitt fleirtjóða toymi av steinrenningarfrøðingum (palæonotologum) frá m.a. Harvard og Max Planck er komið til. Longu í 2007 komu granskararnir við eini greining av tanngarðinum hjá eini 8 ára gamlari neandertalgentu, sum vísti at hon var munandi longri frammi í menningini enn javnaldrandi børn nú á døgum. Men ein møguleiki var, at hendan gentan var serstøk, og tí hava granskararnir skaffað tilfar frá meir enn einum dusin av neandertalum.
Við hesum sum grundarlagi hava teir nú staðfest, at neandertalarar komu í kynsbúningaraldur umleið tvey ár fyrr, enn tey ungu í dag. Ósemja er tó um í hvønn mun tenn veruliga kunnu brúkast til at staðfesta nær einstaklingar koma í aldurin fyri kynsbúning.
Kelda: Weekendavisen