Silas Og Fuglarnir
Skriva út
Lagt út: 27.09.2024

Kom og síggj og hoyr um fuglar

Í morgun byrjar Vísindavøkan.

Øll, børn og vaksin, eru vælkomin í Sjóvinnuhúsið til framløgur og til ørgrynnu av tiltøkum.

Í ár verður ljóðkastarin millum annað settur á fuglar okkara.

Umhvørvisstovan hevur bás á Svalanum við útstappaðum fuglum og kunning um fuglar og annað.

Á 3. hædd verður Fuglatátturin við myndum og framsýning av fuglamyndum hjá Silasi Olofson.

Dagurin endar við miðlafagnaði kl. 15.30.

Her verður snarrøðukapping og so fer Silas Olofson at hava eina framløgu um fugla- og djóralívið á Føroya Banka. Síðani verður avdúkað, hvør helt bestu snarrøðuna og ársins miðlaheiðursløn verður handað.

Øll tiltøkini er almenn og ókeypis.

Stoymt verður frá framløgunum í Kongshøll - til ber at fylgja við her