Kom og blív klókari! Vísindavøkan 2011 verður nú
Visti tú, at Uni Árting,trummuspælarin í punkbólkinum 200, granskar eldgos? Og at tað er stórur áhugi fyri granskingini hjá Gunnvør á Norði í fjareystri í løtuni? Og at tað eru fleiri enn 100 ymsir smakkir í øl? Og at tá Jørn Hurum almannakunngjørdi granskingarsøguna um fossilið Ida fekk søgan 1,2 mia hits á Google fyrstu 24 tímarnar?
Kom og hoyr um hetta og annað á Vísindavøkuni 2011, ið Granskingarráðið skipar fyri í Norðurlandahúsinum 21. til 23. september. Her vera granskarar frá øllum stovnunum í Føroyum savnaðir og teir hava allir nógvar góðar søgur at fortelja.
Um Vísindavøkuna
Hetta er fjórða árið á rað, at Granskingarráðið skipar fyri Vísindavøku.
Vísindavøkan er føroyski parturin av tiltakinum European Researchers’ Night. Hetta er eitt tiltak, sum fer fram í øllum Europa síðsta fríggjadag í september.
Við Vísindavøkuni ynskir Granskingarráðið at kveikja almennan áhuga fyri gransking og byggja brýr millum granskingumhvørið og samfelagið. Vísindavøkan varpar eisini ljós á karmarnar fyri gransking í Føroyum, og á okkara dugnaligu granskarar og granskingarstovnar.
Tiltøkini
Vísindavøkan 2011 er skipað yvir tríggjar dagar og hvør dagur hevur sítt evni. Øll tiltøk eru almenn og ókeypis.
Mikukvøldið 21. september kl.19.00 hevur Granskingarráðið fingið viðagitna norska forverufrøðingin Jørn H. Hurum at halda fyrilestur um miðling av gransking og týdningin av samstarvi millum miðlar og vísindafólk.
Hóskvøldið 22. september kl. 19.00 varpa vit ljós á fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikkin í Føroyum ”Vitan & Vøkstur”. Har fara umboð fyri politisku skipanina, vinnuna og granskingarumhvørvið at hava framløgur við støði í granskingarpolitikkinum, ið Vísindaráðið samtykti tann 28. januar 2011.
Fríggjadagin kl.09.30 - 15.00 luttaka granskingarstovnarnir við básum, har teir lýsa og vísa sína gransking.
10 áhugaverdar framløgur vera um eitt nú "Eygleiðing av eldgosum”, "CTD í Føroyum", "Dálkandi evnir í grindahvali, hvat, hví og hvussu" og “Fólkaatkvøður í Føroyum”. Sí allar framløgurnar á Vísindavøkan 2011
Um kvøldið kl.19.00 verður eitt ørvísi tiltak um mat og matframleiðsla úr einum granskingar- og menningarhornið. Tiltakið endar við royndarsmakking og tónleiki sum Gunnar Nolsøe velur við íblástri frá temanum.
Les meira um Vísindavøkuna 2011 og skránna á gransking.fo