Kjak um føroyska gransking á Facebook
Eftir áheitan hevur Granskingarrráðið stovnað ein bólk á Facebook, har til ber at kjakast um føroyska gransking og um gransking yvirhøvur.
Vit hava í dag kasta fyrsta bóltin út við spurninginum:
"Hvat krevst til meira og dyggari G&M í Føroyum".
"Vísindaráðið er samt um, at fyritreytin fyri búskaparligum vøkstri í Føroyum er økt gransking og menning. Málið er at játta munandi størri upphæddir til gransking og menning tey næstu fimm árini. Landsstýrið ætlar tí at kanna hvussu teir mongu grunnarnir, ið landið varir av, í størri munn kunnu nýtast til hetta.” sitat Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður fyri Vísindaráðið.
Umframt pengar, sum sjálvsagt skulu til, eru nógvar aðrar fortreytir, sum eisini skulu verða í lagi. Hvat heldur tú krevst fyri at styrkja føroyska G&M umhvørvið? Hvørjar forðingar eru í dag og hvar eru vit sterk?
Nýggi Facebookbólkurin eitur gransking.fo - research.fo og er opin fyri allar Facebook brúkarar.