Kjak kyknað um FarGen verkætlanina
Seinastu vikurnar hevur verið alment kjak um FarGen verkætlanina, sum arbeitt hevur verið við síðani 2008. Kjakið kyknaði av álvara í februar á ráðstevnu um etikk og genomkanningar. Ætlanin við FarGen er at kortleggja arvastreingin hjá øllum føroyingum, sum ynskja at vera við í verkætlanini. Tilfarið skal síðani brúkast til sjúkuviðgerð og –fyribyrging og til gransking.
Dagførd 21. mai 2013
Í februar bjóðaðu Ílegusavnið og Heilsumálaráðið til almenna ráðstevnu við heitinum “Etikkur og genomkanningar. Ráðstevna um etisk ivamál í mun til viðgerð, gransking og kunning til borgaran um genomkanningar” Undir yvirskriftini: “Hvat halda vit í Føroyum um genomkanningar og etiskar tvístøður? Hvat vilja vit?” hildu fleiri serfrøðingar upplegg. Aftaná var pallborðsorðaskifti og kjak.
Endamálið við ráðstevnuni var m.a. at varpa ljós á evni, sum eru aktuel í sambandi við FarGen verkætlanina. Á ráðstevnuni vóru ymsir spurningar settir leiðsluni fyri FarGen. Síðani hava fleiri av hesum spurningum eisini verið settir fram alment.
Vísindasiðsemisnevndin ikki givið loyvi
Vanlig mannagongd í sambandi við ílegugranskingarverkætlanir er, at verkætlanarleiðslan søkir Vísíndasiðsemisnevndina um loyvi til at gera eitt ávíst arbeiði. Hetta arbeiðið skal vera neyvt lýst, so til ber at hava vissu fyri, at arbeiðið er í tráð við galdandi lóggávu.
FarGen søkti í 2012 Vísindasiðsemisnevndina um loyvi til verkætlanina, men umsóknin var ikki gingin á møti. FarGen kærdi til donsku nevndina "Den Nationale Videnskabetiske Komite". Ein høvuðsspurningur, sum verður reistur er, hvørt tað yvirhøvur er neyðugt at søkja um og fáa loyvi til sjálva innsavningina og kortleggingina av ílegunum, ella um tað er tá farið verður at kanna ílegurnar, at loyvi krevst. Svarið hjá DNVK kann lesast her
Kjakið í kjalarvørrinum á ráðstevnu
Niðanfyri hava vit savnað leinki til samrøður og viðmerkingar, sum eru alment tøkar á netinum. Undir onkrum av viðmerkingum er kjak umvegis Facebook.
16.5.2013 - Vitan í Útvarpinum
Sending við samrøðum við luttakarar á ráðstevnuni um Etikk og genomkanningar her
23.4.2013 – Innsløg í Degi & Viku
Samrøða við Gunhild Isfeld, forkvinnu í Vísindasiðsemisnevndini her
Samrøða við Shahin Gaini, granskari her
Samrøða við Pál Weihe, fakligur leiðari fyri FarGen her
17.4.2013 – Viðmerking á vp.fo og á portal.fo
Pál Weihe, yvirlækni, leiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu : - Ílegusavnið hevur havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið
Pál Weihe, yvirlækni, leiðari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu : - Aftursvar til Eivind Warberg um ílegukanningar
16.4.2013 – Viðmerking á vp.fo
Tummas í Garði, læknastjóri: Í samband við miðlaumrøðuna av FarGen
12.4.2013 – Viðmerking á portal.fo
Eivind Warberg, lækni á Landssjúkrahúsinum: Ílegur Føroya fólks – hvørs ogn?
2.4.2013 – Grein og samrøða á Kringvarp.fo
Yvirlækni finst at FarGen verkætlanini (Shahin Gaini, yvirlækni)
18.3.2013 í Ugeskrift for Læger 12/2013
Shahin Gaini, yvirlækni: Den færøske befolkning skal hel-genomsekventeres – demokratisk projekt?
1.3.2013 – Grein og samrøða á Kringvarp.fo
Vil ikki kennast við at vera ov bráður (Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari fyri Fargen)
28.2.2013 – Grein og samrøða á Kringvarp.fo
Sleppa ikki at ílegulesa føroyingin (Gunhild Isfeldt, forkvinna í Vísindasiðsemisnevndini)
25.2.2012 – Grein á bloomberg.com
John Lauerman, journalistur: Faroes’ 50,000 Residents Leap Into DNA Testing Quagmire
25.2.2012 – Innslag á bloomberg.com
John Lauerman, journalistur: Faroe Islands DNA Sequencing Plan Faces Skeptics
Um FarGen verkætlanina
Fargen verkætlanin hevði leingi ikki egna heimasíðu, men kunning var um verkætlanina á heimasíðuni hjá Ílegusavninum
23.4.2013 varð heimasíðan www.fargen.fo almannakunngjørd.
Fleiri tiltøk hava verið seinasta árið, har ljós hevur verið varpað á verkætlanina.
Fróðskaparsetrið skipaði fyri Seturskjaki 3.5.2012 undir heitinum "Tað nationala genomið - teknikkur og etikkur ". Skráin kann lesast her.
FarGen skipaði saman við iNova fyri FarGen Summit 2012 á Hotel Føroyum 23. og 24.9. 2012. Skráin kann lesast her
Í februar skipaði FarGen saman við EBI fyri skeiði í Bioinformatik. Skeiðið var fullsett, 30 luttakarar frá Ílegusavninum, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Fróðskaparsetrinum, Heilsuverkinum, Keypmannahavnar Universiteti, Ålborg Sjúkrahúsi, Uppsala Universiteti, Fiskaaling og FarGen. Til ber at lesa um skeiðið her.
Í heyst verður skipað fyri FarGen Summit 2013. Til hesa ráðstevnuna koma fleiri stór nøvn innan ílegugransking. Tann allarkendasti er Nobel-vinnarin James Watson. Ráðstevnan verður 19. og 20. september á Hotel Føroyum. Kunning um tilmelding og skrá er her.
12.7.2012 – Grein og samrøða á Kringvarp.fo
Kortleggja allar ílegur í Føroyum (Bogi Eliasen, verkætlanarleiðari fyri FarGen)
4.7.2012 – Grein á videnskab.dk
Unikt gen-projekt i gang på Færøerne
6.10.2011 – Grein á gransking.fo
Stórur altjóða áhugi fyri FarGen verkætlanini
---
Er okkurt leinki, sum saknast, frætta vit fegin frá fólki, so vit kunnu fáa tað við eisini.