Kirstin Eliasen vart ph.d. um nebbasild
Kirstin Eliasen vardi í dag ph.d.ritgerð sína um nebbasild á føroyska landgrunninum. Ritgerðin hevur heitið "Sandeel, Ammodytes spp., as a link between climate and higher trophic levels on the Faroe shelf".
Verjan var í Østrøm í Havn og gekk væl. Kirstin Eliasen hevur verið innskrivaði við Aarhus Universitet og tað var Thomas Jensen lektari við Bioscience, AU, sum leiddi verjuna.
Kirstin Eliasen byrjaði við eini framløgu um gransking sína og greiddi frá um úrslitini og niðurstøðurnar, sum hon er komin til. Hon hevur síðani 2009 arbeitt við hesi ph.d.verkætlanini. Høvuðsdentur hevur verið lagdur á at lýsa leiklutin hjá nebbasildini í vistskipanini á Landgrunninum og seta hann í samband við veðurlagsbroytingar. Opponentarnir fingu høvi at seta nakrar stuttar uppklárandi spurningar eftir framløguna.
Aftaná ein steðg vóru tað opponentarnir, sum tóku orðið. Fyrstur var Torstein Pedersen professari við Universitetet i Tromsø. Hann spurdi nærri til ymsar av talvunum og pástandunum hjá Kirstin Eliasen, bæði fyri at eftirkanna ymiskt og fyri at útgreinað okkurt.
Seinni opponenturin var Kristjan Lilliendahl seniorgranskari við Marine Research Institute í Reykjavik. Hann fór heldur harðari til verka og umframt at spyrja nærri um ymsar smálutir, setti hann spurningar við ymisar av niðurstøðunum og summi val, sum Kirstin hevur gjørt í granskingini. Kirstin varð ikki tikin av fótum, men svaraði væl fyri seg. Metingarnevndin var eisini samd um, at talan var um eina góða ritgerð, sum eisini er áhugaverd fyri granskarar á øðrum líknandi økjum.
Metingarnevndin helt ein stuttan fund og kunngjørdi síðani, at ein samd nevnd mælti til, at Kirstin Eliasen fær ph.d heitið fyri arbeiðið sítt.
Verkætlanin um nebbasild er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”. Granskingin er gjørd á Havstovuni, og meðan innskrivingin til ph.d-lestur hevur verið á Aarhus Universiteti. Høvuðsvegleiðarar hava verið Peter Grønkjær og Bogi Hansen, meðan Jens Tang Christensen, Eilif Gaard og Jan Arge Jacobsen hava verið hjávegleiðarar. Peter Grønkjær og Jens Tang Christensen starvast á Aarhus Universiteti, hinir á Havstovuni.
Arbeiðið hevur verð fíggjað av Fiskivinnugransking og donsku stjórnini-
Syntesan til ritgerðina kann lesast á hav.fo
Ritgerðin fæst í prentaðari útgávu við at venda sær til Havstovuna.
Les um Kirstin Eliasen í Heilagrunninum