Skriva út
Lagt út: 29.09.2024

Kennir tú fuglarnar?

Á Vísindavøkuni skipaði Granskingarráðið fyri eini spurnarkapping við heitinum Kennir tú fuglarnar? Svarini til teir 9 spurningarnir finnast í fuglatættunum, sum vóru vístir á Vísindavøkuni.

Silas Olofson hevur lagt myndir og filmsbrot afturat 11 av fuglatættunum, sum áður hava verið at hoyrt í KVF. Hesir tættirnir eru nú tøkir á Youtube 

Tað ber enn til at luttaka í kappingini her  

Freistin at svara er 22. oktober. Minst til at upplýsa navn og telefonnummar.

Vinningurin er bókaverkið Fuglar okkara eftir Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson.